Akugrafur2.jpgAn acugraph is a computerized device, that will show you and the therapist your health status in detail. Ein akugrafur er eitt teldustýrt tól, sum vísir tygum og viðgerðanum nágreiniliga hvussu heilsustøðan er í síni heild – og hvussu orkustøðan er hjá hvørjum einstøkum organi. Meðan tygum halda í eitt metallstykki, sum hevur samband við akugrafin, setir viðgerðin akugrafin móti ávísum orkupunktum á hondum og fótum – og teldan fær so sett saman eina nágreiniliga lýsing av tygara heilsu. Tá tygum hava fingið viðgerð og hava tað betri og merkja, at orkustøðið er batnað, er vanligt, at fáa enn eina akugrafavlesing – soleiðis at tygum ikki bara sjálv merkja, at tygum hava fingið tað betri, men eisini kunna síggja, hvussu orkustøðið er betra og at ymsu organini eru í betri javnvág við hvørt annað – sum t.d. høgra/vinstra lunga, nýru og so framvegis. Tygum fáa eitt avrit við av avlesingini.