Akugrafur2.jpgEin akugrafur er eitt teldustýrt tól, sum vísir tygum og viðgeranum nágreiniliga hvussu heilsustøðan er í síni heild – og hvussu orkustøðan er hjá hvørjum einstøkum organi. Meðan tygum halda í eitt metallstykki, sum hevur samband við akugrafin, setir viðgerin akugrafin móti ávísum orkupunktum á hondum og fótum – og teldan setir síðani saman eina nágreiniliga lýsing av tygara heilsu. Tá tygum hava fingið viðgerð og hava tað betri og merkja, at orkustøðið er batnað, er vanligt, at fáa enn eina akugrafavlesing – soleiðis at tygum ikki bara sjálv merkja, at tygum hava fingið tað betri, men eisini kunna síggja, hvussu orkustøðið er betrað og at ymsu organini eru meira í javnvág við hvørt annað – sum t.d. høgra/vinstra lunga, nýru og so framvegis. Tygum fáa eitt avrit av avlesingini. Her siggja tygum eitt stutt klipp av eini akugraf avlesing: [youtube]http://www.youtube.com/watch?v=iIKznvm_SRs[/youtube]