• Akupressurur er vøddamýking har tú trýstir við fingrunum á ávís støð á kroppinum.

• Djúpdar massaga er fast trýst á vøddan.

• Aroma terapi er avslappandi løtt massaga.

• Yogi mýking (massaga) er passiv venjing sum linnar liða- og vøddapínu.

• Akupunkturur er ein effektivur viðgerðarháttur sum nýtir tunnar nálir til at lekja pínu, húðsjúkur sum døkkormar (acne) & elding, immunverju ólag, støðugt krím, ovurviðkvæmi, og er somuleiðis ein hjálp at sleppa av við ovurfiti og at leggja av at roykja.

• Magnet terapi er ein effektivur háttur at lekja pínu.

• Vakum koppar verða brúktir til at loysa vánaligt blóðrensl.

• Oyrnaviðgerð verður brúkt til at reinsa oyruni innan. Økir um blóðrenslið í oyrunum og gevur eina betri hoyrn.

• Elektro-puls akupunkturur er ein hjálp til at gerast klænri. Les meira…

• Akugrafur ein eitt teldustýrt tól, sum mátar orkurenslið í hvørjum einstøkum organi. Les meira…

Aðrar viðgerðir fáast eisini.

Viðgerðartíðir verða givnar bara eftir avtalu.