Heilsustovan Harmony við Olgu Hentze bjóðar ein holistiskan máta at viðgera ymiskar heilsutrupulleikar.

Vit halda, at heilsubrek kunnu verða bøtt við at stuðla uppundir náttúrligu evnini hjá kroppinum at lekja.
Við náttúrligum viðgerðarháttum sum massagu, akupunkturi, læknaurtum og heilsukosti kunnu vit hjálpa tær at  finna   eina betri javnvág.

Olga Hentze hevur verið virkin innan natúrligan heilivág síðani 1982.

Her á heimasíðuni kunnu tygum m.a. finna upplýsingar um ymsu viðgerðirnar, sum Heilsustovan Harmony veitir – hoyra ljóðklipp, har fólk siga frá teirra upplivingum av viðgerðunum – og tygum kunnu eisini seta Olgu Hentze spurningar.