chinese herbs.jpgHeilsustovan Harmony bjóðar ein holistiskan máta at viðgera ymiskar heilsutrupulleikar. Vit halda, at heilsubrek kunnu verða bøtt við at stuðla uppundir náttúrligu evnini hjá kroppinum at lekja.

Við náttúrligum viðgerðarháttum sum massagu, akupunkturi, læknaurtum og heilsukosti kunnu vit hjálpa tær at finna eina betri javnvág.

Olga Hentze hevur verið virkin innan natúrligan heilivág síðani 1982. Hon gjøgnumførdi eitt góðkent terapeutisk massaguskeið í Russlandi har hon eisini arbeiddi sum terapeutur.

· Í 1983 flutti hon til Vesturafrika fyri at læra meir innan náttúrligan heilivág.

· Í 1998 fekk hon prógv á British School of Yoga and Food í føði- og yogaviðgerð.

· Í 2001 flutti hon til Føroyar og byrjaði at nema sær kunnleika um kinesiskan heilivág.

· Í 2002 byrjaði hon á skeiði hjá East-West Herbal School í USA (læknaurta skúli) og fekk undirvísing gjøgnum brævaskúla.

· Í 2007 byrjaði hon at lesa í Danmark hjá Nordic College of Chinese medicine and Acupuncture.

· Í 2008 fór hon til Kina og luttók á einum víðkaðum skeiði innan akupunktur og føðslu og stóð royndina. Í sínum virki tvinnir hon saman teir ymsu viðgerðarhættirnir hon hevur lært gjøgnum tey seinastu árini.