Meiri vælveru og minni pínu

Eg havi í fleiri ár verið plága av pínu í lendum og ryggi, havt ilt í liðunum og fingið at vita, at eg havi slitgikt.
Eg havi ongantíð tikið nakað fyri pínu, uttan onkuntíð tá tað hevur verið serliga ringt.
Eg havi nú gingið á viðgerðarstovuni Harmony, hjá Olgu Hentze í umleið fimm mánaðar, har eg fái masasju.
Í fyrstuni var eg eina ferð um vikuna, so aðruhvørja viku og nú umleið triðju hvørja viku.
At byrja við fekk eg eisini turkaðar urtir, sum eg kókaði og drakk hvønn dag.
Eg fekk til ráð at halda meg frá kaffi, osti, mjólk, hvítum mjøli og sukri.
Eg havi hesa tíðina fingið tað betur og betur og havi ikki pínu sum fyrr.
Í hesum tíðarskeiði eri eg lætnað fimm kilo og tað hevur bara gjørt støðuna uppaftur betur, tá tað ikki er gott at viga ov nógv tá ein hevur slitgikt.

Ella Reinert, 58 ár