Havt ótrúliga ávirkan á meg

Hey tit! Hyggja tit eftir myndum av mær teir síðstu mánaðirnar, so síggja tit ta ótrúligu ávirkan Olga Hentze hevur havt á mína støðu. Hetta kann eisini vera tað sum broytir títt lív. Lat ikki hendan møguleikan til at taka hond um tína heilsu og vanar fara framvið. Ger hetta fyri tína egnu skuld! Soleiðis sá eg út áðrenn eg byrjaði í viðgerð hjá Harmony. Vektin er minkað meira enn 20 kilo seinasta árið og meira enn 15 kilo síðani 23. februar í ár, tá eg  byrjaði í viðgerð. Eg legði eisini av at roykja 15.03.


Her er mín “aftaná” mynd. Hetta er 3 mánaðar aftaná at eg byrjaði í  viðgerð hjá Harmony. Hygg eftir “áðrenn” myndini og síggj munin. Lat  meg eisini leggja afturat, at eg legði av at roykja 15.03.2010 og ikki eingang tað hevur steðga kroppinum, at finna vektbalansuna. Eg eri langtfrá komin á mál enn, men munurin er týðuligur. Eg eri ómetaliga takksamur, at eg byrjaði í viðgerð hjá Olgu. Hon kann eisini hjálpa tær at fáa javnvág í kroppin.

Theodor Joensen,
Oyrareingir

Add a Comment