Heldur giktini niðri við røttum kosti

Sigrun Wardum hevur í nógv ár verið sjúk av liðagikt og av tí sama hevur hon eisini tikið nógvan heilivág. Hann er nú lagdur á hillina, kosturin er broyttur munandi, og í dag hevur 54 ára gamla kvinnan meira orku, enn hon hevur havt í fleiri ár. Og vektin vísir 12 kilo minni

Sigrun Wardum stendur í einum horni í køki sínum í Hoyvík. Hon hevur júst malið einar tíggju gularøtur, graskar og blaðsellarí í eina stóra hvirlu. Úr hesum ger hon eina heilsugóða grønmetissaft, sum hon drekkur aftur við morgunmatinum hvønn morgun. Tað er ymiskt, hvørji sløg av grønmeti hon brúkar, men heimagjørda saftin er fastur partur av morgunmatinum. Umframt hetta etur hon greyt hvønn morgun.

– Ger so væl. Hetta er ruggreytur, ikki havragreytur, men ruggreytur, og hetta er mín morgunmatur. Onkuntíð bygggreyt, onkuntíð hyrsugreyt ella annað, sigur hon og setir á borðið.

Hon etur nógv grønmeti og annan heilsugóðan kost hvønn dag.

Sjúka og heilivágur

Sigrun Wardum í Hoyvík sær frísk og glað út, men hon dylir tó ikki fyri, at hon í nógv, nógv ár hevur verið sjúk av liðagikt.

Sjúkan varð staðfest í 1994, og um somu tíð byrjaði hon at taka heilivág fyri at halda sjúkuni niðri.

– Og tað hevur verið “heftig” viðgerð og fleiri sløg av heilivági, sigur hon avgjørd.

Fyri umleið trimum árum síðani versnaði sjúkan munandi, og neyðugt var við nýggjum heilivági til Sigruna. Hesaferð var tað tann nýggi lívfrøðiligi heilivágurin, og hann vísti seg at roynast væl.

– Tað var fantastiskt, minnist hon. Tað gekk tó ikki long tíð, til hon fekk trupulleikar av teimum mongu hjáárinunum, sum kunnu fylgja við heilivági av ymiskum slagi.

Hon hevði trupulleikar við maganum, høvuðpínan bleiv kronisk, og hon hevði ilt við at savna tankarnar. Og tað eru eftirhondini fleiri ár síðani, hon gavst at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur, tí tað bleiv ov krevjandi kropsliga. Í staðin hevur hon nomið sær fyrst diplomútbúgving og síðani masterútbúgving, og seinnu árini hevur hon undirvíst á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya.

Góðar vónir

Í summar sá Sigrun Wardum so eina grein í Gratisavísini um alternativar viðgerðarhættir, og soleiðis sum hon greiðir frá var eingin ivi um, at tað var nú, hon skuldi brúka møguleikan og kanna hetta nærri.

Hon setti seg í samband við Olgu Hentze frá Heilsustovuni Harmony í Havn.

– Eg møtti upp og fekk góðar vónir beinanvegin, tí eg fekk at vita frá henni, at liðagikt er ein sjúka, sum væl kann haldast niðri við røttum kosti, fortelur hon, meðan hon drekkur av grønmetissaftini.

Sigrun Wardum fekk skjótt at vita, at hon hevði tvey í at velja. Fyrri møguleikin var at halda fram við heiliváginum og samstundis fáa viðgerð so sum akupunktur og annað, sum kundi hjálpa.

Hin møguleikin var at gevast við heilivágnum og harvið eisini sleppa av við hjáárinini av honum.

Hóast tað var eitt stórt stig at taka, so fall valið á seinna møguleikan, og síðani í summar hevur Sigrun fingið viðgerðir við millum øðrum akupunkturi og dýpdarmýking. At byrja við hvørja viku, men nú eru tvær til tríggjar vikur ímillum hvørja viðgerð.

– Eg eri sjálv sjúkrarøktarfrøðingur, og eg má siga, at eg skilji als ikki allar hesar kinesisku teoriirnar, sum í stóran mun snúgva seg um orku, smílist Sigrun Wardum, samstundis sum hon ásannar, at fyri hennara viðkomandi hevur broytingin tó gjørt mun.

Null mjólk, hveiti og sukur

Ein tann fyrsta broytingin, sum Sigrun Wardum mátti venja seg við eftir hetta, var kosturin.

– Onga mjólk, einki hveiti og einki sukur, remsar hon upp.

Seinnu árini er tað komið fram, at fleiri fólk tola ikki gluten, sum er í hveiti, og mjólkasukur í mjólkini, sum ávirkar tarmarnar. Hetta kennir Sigrun aftur frá sínum magatrupulleikum, sum nú eru horvnir.

Í dag vigar Sigrun Wardum 12 kilo minni, enn hon gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani, og tá skal leggjast afturat, at tað at tapa seg ikki hevur verið eitt endamál í sær sjálvum.

Kortini greiðir hon erliga frá, at tað ikki altíð er líka lætt at halda seg til stramma, heilsugóða kostin. Hon velur at kalla tað eina avbjóðing at fylgja røttu kostvanunum, og serliga truplu løturnar stinga seg upp, tá hon fer út at eta, tí har fæst vanliga ikki tað, sum hon heima við hús etur mest av.

– Eg læri enn, vil eg siga. Og tað kemur fyri, at eg eti skeivt, meira enn so, sigur hon.

Sigrun Wardum hevur keypt sær fleiri góðar kókibøkur, har hon finnur nógv góð hugskot um matgerð, og so gongur hon til matgerð hjá hesi somu Olgu Hentze. Hetta metir hon vera ein heilt stóran fyrimun, tí har eru onnur, sum eru í somu støðu sum hon.

Lívið uttan heilivág

Sigrun Wardum gavst at taka heilivág ein mánað aftaná fyrstu viðgerðina í Heilsustovuni Harmony.

– Tað var mín egna avgerð at gevast við heilivágnum, men eg tosaði við giktalækna um, hvat eg ætlaði mær. Hann mælti mær ikki beinleiðis til at gera tað, men hann helt, at eg skuldi royna tað, um eg veruliga føldi tað so. Og hann segði, at eg var vælkomin aftur, um tað ikki riggaði, sigur Sigrun Wardum um avgerðina.

Og síðani hendan dagin um mánaðarskiftið august til september í fjør, hevur hon ikki fingið nakran heilivág yvirhøvur:

– Eg havi ikki nortið eina tablett síðan. Ikki eina Panodil ella nakað!

Og so skjótt sum tveir dagar eftir, at hon ordiliga hevði lagt kostin um, greiðir hon frá, vóru magatrupulleikarnir burturi. Høvuðpínan hvarv eisini so við og við, og hendan 54 ára gamla kvinnan hevur í dag nógv, nógv meira orku, enn hon hevði fyrr.

– Fyrr kundi eg stúra fyri nøkrum so einføldum sum einum óruddiligum køki, sum at hatta orkaði eg ikki at rudda, men sovorið hugsi eg als ikki longur, sigur hon.

Umframt kostin og viðgerðirnar í Harmony aðru ella triðju hvørja viku venur Sigrun Wardum í Yndi nakrar ferðir um vikuna.

Mongu árini við liðagikt hava givið henni nakrar kroniskar skaðar, sum hon ikki sleppur undan. Hesir eru serliga í fingrunum og fótliðunum, og tað við sær, at hon illa fær gingið serliga langt. Fyri at bøta um hetta fær hon eitt nú heilivág úr urtum, sum hon sjálv kókar.

– Eg havi ikki verið til kanningar aftur, so eg veit ikki, hvat tær høvdu víst, men eg havi tað nógv betri. Fyrr kundi eg ikki liva uttan pínutablettir hvønn tann einasta dag, og tær nerti eg ikki nú, staðfestir hon.

Sum eitt nýtt lív

Og tá vit aftur tosa um heilivág, so sigur Sigrun Wardum seg hava ein varhuga av, at vit í okkara parti av heiminum hava lyndi til at hugsa ov nógv um heilivág, tá fólk gerast sjúk.

– Vit í vesturheiminum leita okkum til heilivágin sum tað fyrsta. Vit áttu at byrjað við kostvanunum og vitað, um tað ikki hjálpti. Og hjálpti tað ikki, so kundi man farið yvir til heilivág, nevnir hon sum dømi.

Hetta sigur hon millum annað við tí staðfesting, at nógvur heilivágur hevur óheppin hjáárin við sær. Men samstundis leggur hon dent á, at velja fólk at broyta kostin, er tað ikki nóg mikið bara at leggja grønmeti afturat verandi kostinum. Tú mást velja kost frá, eins og hon hevur gjørt við hveitimjøli, mjólk og sukuri, sum høvdu ringa ávirkan á hennara kropp.

Soleiðis sum støðan er í løtuni, ætlar Sigrun Wardum at halda fram eftir sama leisti, sum hon hevur gjørt seinastu mánaðirnar.

– Tað er líkasum í fleiri stigum. Tá eg fekk nýggja heilivágin fyri umleið trimum árum síðani, var tað sum at fáa eitt nýtt lív. Og nú føli eg tað aftur, sum at eg havi fingið eitt nýtt lív. So hvat framtíðin fer at bjóða, veit eg ikki. Um tað verður hetta ella okkurt annað.

Hósdagur 21. januar 2010, kl. 14.59, 15/133 – punktum.fo
Skrivað hevur: Katrin Erlendsdóttir

Dimmalætting ©