Eg var altíð køld, hevði astma, eksem og ovurviðkvæmi

Orsøkin til at eg fór í viðgerð hjá Heilsustovuni Harmony var, at eg hevði m.a.
ovurviðkvæmi.

Frá barnsbeini av havi eg havt ovurviðkvæmi fyri húsdjórum, grasi/pollen, støvmidum o.a. Eg var líka ring alt árið. Hetta hevði við sær, at eg ofta gekk og njósaði, hevði skriða í eygunum og var illa til passar. Ofta kom hetta knappliga og uttan nakra ávaring og vardi sum oftast restina av degnum. Tað kundi tí vera trupult at leggja ætlanir fyri dagin og av og á mátti eg eisini fara heim úr arbeiði. Sum eina roynd at halda útbrotunum niðri, tók eg antihistamin, um eg væntaði at blíva ovurviðkvom.

Astma
Mær hevur altíð dámt væl at íðka ítrótt, men havi tíanverri havt trupuleikar av astma. Eg havi tí veri bundin av at tikið heilivág, áðrenn hvørja venjing og kapping.

Eksem
Eg hevði fingið staðfest, at eg var fongd við barnaeksem (Atopisk dermatitis). Í mong ár helt eg hetta niðri við hormonsalvu. Hetta lætti nakað um, men eg bleiv ongantíð frísk.

Kropshiti
Meginpartin av tíðini føldi eg meg kalda, hóast eg var væl ílætin. Um summari kláraði eg ikki at vera uttandura uttan at røra meg, hóast tey, eg var saman við, kundu sita og njóta góða veðrið.
Tá eg kom heim eftir venjing føldi eg meg ofta kalda inn á bein. Tað tók ofta langa tíð, áðrenn eg fekk hita aftur í kroppin.

Eg fekk hesar viðgerðir á Harmony

Eftir fyrstu kanningina á Harmony, fekk eg staðfest, at nøkur gøgn ikki virkaðu heilt sum tey skuldu. Ikki óvæntað var tað serliga lunguni, ið ikki virkaðu nóg væl.

Eg fekk síðani niðanfyristandandi viðgerðir/vegleiðingar:
– Urtir
– Akupunktur
– Súgvikoppar
– Kostvegleiðing
– og eg broytti kostvanar.

Støðan nú
Eg merkti skjótt bata, eftir at eg byrjaði í viðgerð, í september 2009, og legði kostvanarnar um. Nú gott og væl hálvt ár aftaná, havi eg ikki havt ampa av ovurviðkvæmi. Tað, ið var hildið at vera eksem, er burtur. Kroppurin følist heitari og eg havi ongar trupuleikar av astma, hóast eg venji harðan ítrótt. Síðani eg byrjaði viðgerðina, hevur ongantíð veri neyðugt at taka astma heilivág ella antihistamin.

Hvussu støðan verður við gras/pollen allergi, veit eg av góðum grundum ikki enn, men higartil havi eg einki merkt.

Úrslitini av viðgerðini og broyttu kostvanunum hava havt eina sera jaliga ávirkan á meg. Har, sum eg fyrr ofta gekk og njósaði, hevði skriða í eygunum og var køld og illa til passar, er tað nú ikki ein trupuleiki longur.
Afturlítandi kann eg nokk siga, at henda broyting hevur givið mær hægri lívsgóðsku.

Rannvá Hansen
Fjalsvegur 6
FO-350 Vestmanna
Teldupost: rannvah@post.olivant.fo