Kostumleggingar skapa undurverk

Eftir Katrina í Geil, Nólsoy, 25.03.2015

Katrina í Geil

Katrina í Geil

Hitti Olgu í desember 2013 og segði henni, at eg hevði umhugsa at tosa við hana. Ikki tí eg feilti annað enn, at eg var óð eftir sukuri, men hevði fatan av, at okkurt var ávegis, sum eg ikki kundi seta orð á. Hon setti mær fáar spurningar og segði:”It is your liver”. Samstundis ramsaði hon seks ting, sum fóru at henda, um eg ikki broytti kostin. Og eg mátti bara nikka, tí eg var varðug við júst hesar broytingar.



Hitti Olgu í desember 2013 og segði henni, at eg hevði umhugsa at tosa við hana. Ikki tí eg feilti annað enn, at eg var óð eftir sukuri, men hevði fatan av, at okkurt var ávegis, sum eg ikki kundi seta orð á. Hon setti mær fáar spurningar og segði:”It is your liver”. Samstundis ramsaði hon seks ting, sum fóru at henda, um eg ikki broytti kostin. Og eg mátti bara nikka, tí eg var varðug við júst hesar broytingar.

Tá eg kom til viðtalu 27. Februar 2014 vístu mátingarnar hjá Olgu trupulleikar við júst livrini, nýrunum og bløðruni. Eisini kom upp, at kolesteroltrupulleikar liggja til pápafamiljuna – pápi mín doyði 41 ára gamal – og hevði eg tá tikið Simvastatin í 12 ár. Eftir at vit høvdu tosa um sera nógvu hjáárinini, sum eg var plága av, valdi eg at gevast við medisinsku viðgerðini og royna kostumlegging og alternativan heilivág.

Umframt at gevast við at eta sukur, hveiti og mjólkaúrdráttir, skuldi eg kóka fleiri sløg av urtum og drekka løgin, taka fleiri sløg av NES-dropum og kinesiskan urtaheilivág fyri at reinsa æðrarnar fyri kolesterol.
Má siga sum er, at eg veit ikki, hvat eg át tær fyrstu tríggjar vikurnar og urtaløgurin smakkaði beinleiðis illa. Kom smátt um smátt á lagið, eisini tí eg ráðførdi meg við fólk, sum høvdu broytt kostin og kundu vísa á góðar loysnir.
Eg fekk fleiri viðgerðir við vøddamýking og súgvikoppum at bøta um orku og blóðrenslið. Var støðugt blálilla omaneftir øllum bakinum og mátti í besta summarveðri brúka blusur, sum gingu upp í hálsin aftan, tí ryggurin sá øgiligur út.
Og meðan eg lá á briksuni, oysti Olga støðugt út av síni vitan um tað ávirkan lívstilgongd og hugburður høvdu á heilsuna og eg mentist bæði í likam og sál.

Tað var ein fantastisk tíð, tí eg upplivdi tað eina unduri fyri og annað eftir.
Tíðina uppundir vitjanina hjá Olgu høvdu bæði maðurin og sonurin gramt seg um, at eg hevði út av lagið ringan anda. Hann hvarv fyrstu vikuna.
Lagið plagdi at svinga nakað ann uppá arbeiðsbyrðu og umstøður annars. Tað stillaðist skjótt og eg kendi meg til at tola meiri av, fekk betur skipa arbeiði og gerandisdagin, fekk betur hugsavna meg og gjørdist meiri rólig.
Eitt av hjáárinunum við at sleppa undan sukri og hveiti var, at búkurin hvarv. Kroppurin, sum áður hevði tykst heldur svamputur, gjørdist fastur og onkursvegna meiri reinur. Sum ótilætla positivt hjáárin tapti eg 7 kilo, eg treivst betur við mín kropp eins og klæðini sótu betur.
Viðgerðin við súgvikoppunum fingu meg næstan á flog, eg kendi meg lættari og fríari, fekk betur hugsa og dagligdagurin gjørdist nógv ljósari.
Tá tríggir mánaðir vóru farnir upplivdi eg eitt stórt lop í orku. Kendi meg sum kaninirnar í Duracell-reklamuni, sum bara kundi blíva við og við, tá hinar fyri langt síðani vóru fyrilagsatar.
Í byrjanini var tað bara eg, sum fekk nýggja matin, men hildu maðurin og sonurin, at teir eisini vildu hava so góðan mat og í dag eta vit nógv sunnari, vistfrøðiligari eins og slikk og køkur ikki er gerandiskostur.
Í dag er arbeiði hjá mær betur skipa, eg eri meiri effektiv og megni betur at vera bæði mamma og kona við tí úrsliti, at eg og maðurin fóru romantiskan túr til Paris fyri fyrstu ferð í meiri enn 20 ár eins og vit eru farin at ganga til dans saman.

Greiði munurin fyri og eftir kostumleggingina gjørdi, at eg megnaði at halda fast og havi eg nú ikki eti sukur í meiri enn eitt ár. Sjálvandi eru avbjóðingar sum føðingardagar, jól o.a., men velji eg tá heldur at eta ein breyðbita við smør ella osti enn at taka ein køkubita. Tí fyri meg er sukur tann reina gift. Hinvegin vísur tað seg, at um eg eti hveiti, lækkar mótstøðuføri móti sukuri, so tað skal eg eisini ansa eftir.
Tað søta fái eg gjøgnum frukt, grønmeti umframt bomm og køkur, søta við frukt ella Stevia, so heilt eiðasørt er tað heldur ikki. Tað er bara við máta og á ein annan hátt.

Nú hava fyrstu hitatúrarnir rakt meg, beinini eru hovin og eg havi fingið hjartabankan. Púra vanligt fyri skiftisárini, men avgjørt ein broyting fyri meg. Lukkutíð havi eg broytt kostin og skal nú til at leggja meg eftir at venja meiri, hetta eisini fyri at fáa kolesterolið longur niður.
Og eg fari beinanvegin at spyrja Olgu hvat eg nú skal gera, tí hon veit .

Eg eri so ótrúliga takksom fyri alla tað hjálp og ráðgeving, sum Olga hevur veitt mær og eri eg vís í, at kosturin og hugburðurin hevur nógv, nógv størri týdning, enn vit halda. Men vit eru ymisk og mugu hvør sær finna fram til tað, sum er tað rætta fyri okkum. Og her er Olga tann rætta at spyrja .
Sum hon sigur: “ One womans food, another womans poison.”

Add a Comment