Lat matin verđa tín heilivág

Eftir Olga Kruse, mars 2015

Olga Kruse og sonurin, ein summardag í 2014

OlgaKruseandSon2014

Áhaldandi skriði. Útbrot og smá sár um allan kroppin. Svampur í undir­lívinum. Marra og vánaligur svøvnur. Væntandi orka og yvirskot. Ein feril av tunglyndi og lágt sjálvsvirði. Hetta var mín gerandisdagur fyri nøkrum árum síðan. Men eg noktaði at góðtaka, at hesar líðingar skuldu verða ein partur av mínum lívi, so eg setti fótin í – og í dag havi eg fingið lívsgóðskuna aftur! Eg havi nú fingið eitt sunt lív fult av orku og yvirskoti – uttan hesar líðingar, hormonsalvur og heilivág!



Tað byrjaði fyri umleið 9 árum síðan. Fyrst við svampi í undirlívinum, so skriða um allan kroppin og síðan útbroti. Og eftir umleið 5 ár við vaksandi ampa og órógv í kroppinum, vantandi orku og lágum sjálvsvirði, var eg komin hartil, at eg ikki longur orkaði at liva soleiðis. Ampin gekk út yvir svøvnin, gerandisdagin, arbeiðið, parlagið osv. So eg fór til læknan og tók blóðroyndir og ovurviðkvæmis royndir. Eg fekk fleiri sløg av kremum, tablettum og hormon salvum, sum hjálptu í stutt tíðarskeið, áðrenn skriði, svampur og útbrot var komið aftur. Og eftir kanningar gjøgnum fleiri mánaðir, hevði eg ikki fingið svar upp á mín vaksandi trupulleika. Og tað seinasta, eg fekk at vitað frá læknanum, var at: „Vit vita ikki, hvat tær feilar – tú mást sjálv royna at finna útav, hvat gevur tær so vánaliga lívsgóðsku.”
Eg var bilsin av hansara endaliga svari. Eg føldi meg vrakaða. Hjálparleysa. Hvat skuldi eg nú gera? Og hvar skuldi eg byrja? Tað føldist næstan ógjørligt, tí tað var torført at halda seg frá ymiskum, tá eg ikki hevði nakra hóming av, hvat gjørdi meg sjúka.
So hoyrdi eg um Olgu Hentze og hennara heilsustovu, Harmony Health. Eg setti meg í samband við hana alt fyri eitt, greiddi henni frá míni støðu og spurdi, um hon kundi hjálpa mær. Hennara svar var stutt og greitt: „Ja, tað kann eg. Um tú bíleggur eina tíð, so skal eg siga tær, hvat tú skalt gera fyri at blíva frísk.” Halleluja! hugsaði eg – men tó við eitt sindur av skeptisismu. Kundi tað passa, at hon kundi hjálpa mær, tá heilsuverkið ikki kundi geva mær nakra munandi hjálp?
Eg fór til Harmony Health og fekk eina greining av mínum kroppi. Olga Hentze spurdi nógvar spurningar um mín lívsstíl og mínar matvanar. Síðani fekk eg eina vegleiðing í, hvat eg skuldi eta, hvat eg ikki skuldi eta, og hvat eg annars skuldi gera øðrvísi í gerandisdegnum. Har afturat fekk eg fleiri sløg av urtum, sum eg skuldi kóka í vatni, síðani sálda urturnar frá og drekka vatnið – puha! Tað smakkaði ikki væl. Men úrslitið var yvirraskandi gott! Eftir bert 7-10 dagar byrjaði eg at føla og síggja mun. Skriðin var ikki líka áhaldandi longur og útbrotið tyktist minka fyri hvønn dag. Eg byrjaði spakuliga av sova betur um næturnar og eftir nakrar mánaðir byrjaði eg so smátt at merkja mun í gerandisdegnum – eg var glaðari og hevði meira yvirskot. Eg trúði tí næstan ikki. Eftir so nógv ár við hesum líðingum og ampa vóru lyklaorðini nýggir matvanar og ein øðrvísi lívsstílur, ið gjørdu, at eg aftur kundi njóta lívið uttan áhaldandi skriða og órógv í kroppinum. Men tað var torført – sera torført. Serliga teir dagarnar, tá eg hevði ov nógv at gera ella bert hevði ein ringan dag. Teir dagarnar hevði eg bert hug at geva upp og hugsaði, at alt kundi vera líkamikið. Og eg upplivdi fleiri ferð, at freistingarnar vórðu ov stórar, og eg át nógvan mat og góðgæti, sum eg visti, at eg ikki skuldi eta, og tá fekk eg aftur útbrot, skriða og ringa samvitsku. Og so mátti eg byrja umaftur. Men innast inni hevði eg eina kenslu av, at hetta var rætta loysnin hóast alt – og tí helt eg áfram at royna. Og nú, eg gjøgnum trý tey seinastu árini havi vant meg við nýggju matvanarnar og lært meg at lurta eftir kroppinum, eri eg sloppin av við svampin, skriðin og útbrotið eru horvin og orkuna at taka í móti nýggjum avbjóðingum havi eg fingið aftur! Tó skal sigast at eg til tíðir eti mat, sum eg veit ikki er góður fyri mín kropp og mína heilsu – men nú merki eg, at kroppurin sigur frá, tá hann hevur fingið ov nógv av onkrum, ið hann ikki hevur gott av. Tað ger tað nógv lættari at halda seg til hendan nýggja og lekjandi lívsstílin.
Hendan tilgongdin hevur tikið langa tíð og kravt nógv fokus og áhaldni – men tað er tað vert!
Við ómetaliga góðum stuðli frá mínum nærmastu vinum og familju og góðari vegleiðing frá Olgu Hentze (stóra takk fyri tað, øll somul ♥), eri eg komin ígjøgnum tann torførasta partin av lívstílsbroytingini – tíverri uttan nakra hjálp frá heilsuverkinum.
Eg kann betra um nógv ting í mínum lívi – og eg taki eitt stig í senn. Men tað týdningarmiklasta er, at eg havi fingið lívsgóðskuna og orkuna aftur og eri á rættari leið.

Add a Comment