NES Scan

Frá marts mánaði 2011 av fer Harmony nýtt heilsu forrit, ið kannar orkuøkini í mannakroppinum og finnur skeivleikar í bioorku og bioinformatiónini í kroppinum.
Skanningin gevur fleiri enn 150 úrslit um orkuøkini í kroppinum, og um kroppin sjálvan í anatomiskt røttum og nágreiniligum grafiskum vísingum sum umfevna:

Høvuðs-organini og skipanir
Umhvørvisávirkan so sum giftir, elektromagnetisk økir(EMF) við meira
Ávirkan av kosti
Vødda-beinagrind skipanin
Kenslur – herundir trauma og sjokk
Strukturar í orkuøkjunum hjá kroppinum

Forritið vil eisini finna:
BFA – hvussu kroppurin tillagar seg jørðina
ED – lesing av orkuni frá organunum.
EI – lesing av orkurásunum í kroppinum
ET – lesing av virus- og bakteriustøðuni
ES – lesing av undirliggjandi óloystum fastlæsingum
MIND er lesing av mentalu økjunum, eisini relatera við “Meta Medicin”

Umhvørvi – álking frá umhvørvinum, ið vit ikki sjalvi klára so væl at handfara
Kostur – fortelur um hvat vit ikki klára at upptaka frá marinum og og annað viðv. forbrenning
Vøddar og beinagrind – so tú sært hvussu støðan er viðv. kroppinum og beinagrind

Add a Comment