Mín nýggi lívsstílur er at eta meg frískan

Eg eri plágaður av sjúkuni Morbus Bechterew, sum er ein giktsjúka, har serliga ryggurin og akslarnar verða álopnir. Sjúkuna havi eg helst havt síðan eg varð tannáringur.


Seinastu 20 árini havi eg tikið nógv medisin sum giktalæknar hava givið mær. Fyrst tók eg Salazopyrin og síðan Methotrexat. Umframt at eg dagliga tók Ibophren tí eg álíkavæl fekk pínu. Hesi 20 árini havi eg altíð følt tað sum um medisinið ikki virkaði eftir ætlan og at eg fekk nógv hjáárin sum mær als ikki dámdi. Tí setti eg mær fyri at kanna aðrar møguleikar.

Olgu Hentze hevði eg hoyrt um og endin varð at konan bílegði mær eina tíð hjá henni í februar mánað í ár. Fyrst fekk eg eina rúgvu av kinesiskum urtum, sum eg skuldi kóka og drekka hvønn dag í 30 dagar. Longu eftir 14 dagar føldi eg stórar broytingar í kroppinum og minkaði um medisini, soleiðis at eg eftir 4 vikum legði medisini á hillina. Pínan og øll hjáárin vóru burtur og eg fekk eina rúgvu av orku. Síðan tá havi eg fingið ymiskar viðgerðir, fyri at rætta upp uppá teir skaðar, sum serliga ryggurin hevur fingið av Morbus Bechterew sjúkuni.

Í dag eri eg púra leysur av medisini og havi onki medisin tikið síðan í februar. Pínan og hjáárin eru burtur og kroppurin er við at umvæla seg sjálvan við tí nýggja lívsstílinum og teimum venjingum eg dagliga geri. Tað sum eg iðri meg mest um er at ikki havi gjørt hetta fyri langari tíð síðan og so tað at sjúkrahúsverkið ikki gevur kostráðgeving til giktsjúklingar. Eg kann bert taka undir við orðatakinum: When diet is wrong medicine is useless, When diet is correct the medication unnecessarily. Ayrvedic orðatak

Steinbjørn í Dali

Add a Comment